Coachguruin Anthony Robbins –
Finn tín innara risa
Coaching
Coaching er vorðið eitt gandaorð. Júst sum nýggjar telduskipanir, so kann coaching loysa allar trupulleikar sum virki og stovnar hava. Hetta tykist at verða ein yvirskipað mynd av hugtakinum, men so einfaldur er sannleikin neyvan. Seinnu árini hevur størri dentur verið lagdur á starvsfólkatrivnað og viðurskiftið. Í hesum tíðum við stórum eftirspurningi eftir arbeiðsorku, verður enn størri dentur lagdur á at menna tey starvsfólkini ein hevur.
Einstaklingurin
Vit hoyra ofta útsagnir um, at okkara vestligu samfeløg gerast støðugt meira individuel, einstaklingurin hugsar bert um seg sjálvan og síni mál og nýtsla er í hásæti. Mitt í hesum meldrinum er coaching, persónliga og einstaka menningin. Júst hetta fyribrygdi lýsir kanska í veruleikanum dagligu mótsetningarnar vit hava í okkara vestligu samfeløgum. Tøkni, vitan, trygd og høgt livistøði hevur helst skúgva átrúnaðin til síðis og hóast vit ikki vilja verða við tað, so stendur eitt tómrúm eftir, tí arbeiði og ein sjálvur er sjálvdan nokk til eitt heilt lívsinnihald. Persónlig menning er neyðugt men ikki nóg mikið.
Robbins on stage
Lat tað verða sagt beinanvegin, at Robbins er ein ótrúligur røðari og undirhaldari. Coachingshowið hetta kvøldið er ein maður á palli, og 2000 áhoyrarar í 4-5 tímar. Tað eigur næstan ikki at bera til, men hann er eisini ørvísi. Alt kvøldið brúkti hann persónligar søgur og hvussu hann hevur lært frá øðrum. Eitt coaching skeið leggur sjálvandi luppin á tað sum skal broytast. Hann byrjaði beinanvegin við at geva okkara siðbundnu skúlaskipan við skúlaflokki, og at seta børn kúrr banaorð, og at henda skúlaskipan er beinleiðis orsøkin til at vit eru so bangin fyri broytingum. Við vísindaligum grundgevingum um at fólk bert minnast ein brøkpart av tí tey fáa sum passiva vitan, altso tá tey sita og lurta, kanska helvtina tá tey skriva niður so er innlæringin munandi betri tá fólk eru við og luttaka í tilgongdini. Tí krevur eitt seminar við Robbins, at hoppað verður fyri at fáa blóðrenslið í gongd, geylar sum tá Føroyar skoraði ímóti Eysturríki í Landskrona, dansar og annars brúkar kropsmál og stuttar venjingar saman við fremmandi fólki. Tað handlar um at tora, at bróta mørk og at vilja, tí sum hann sigur, tað krevur dirvi at bróta burturúr nýggjum.
Hesar 5 tímarnir fær Robbins áhoyraran við inn í sítt univers, við einføldum dømum. Hansara boðskapur er, at fyri at menna teg mást tú finna fram til hvar tú ert í lívinum og hvagar tú vilt. Fyri at fáa eitt úrslit, má tann einstaki erligani finna fram til hvat ikki er nøktandi og hvat er nøktandi í lívinum. Síðani er neyðugt er at finna fram til hvørjar raðfestingar og mál ein hevur, tí størsta orsøkin til ónøgdsemi er, at samanhangur ikki er millum miðil, mál og raðfestingar.
6 virðir
Fyri at finna fram til raðfestingarnar arbeiðir Robbins við seks grundleggjandi menniskjaligum tørvum, sum eru at finna kring allan heim hesi eru:
Vissa ( At leggja stóran týdning á at hava tamarhald á øllum)
Óvissa /fjølbroytni ( óvissa fyri at kenna lívið)
At hava týdning (at ein hevur týdning fyri onnur/samfelag)
Kærleiki og samband við fólk (at elska/verða elskað(ur), vinsemi, samband við fólk)
Framburður (at leggja stóran dent á framburð í lívinum)
At geva (Gleðast við at geva øðrum)
Úr hesum virðum, skal tann einstaki velja tvey, sum hava størsta týdningin og síðani seta sær mál í trá við tey virðini.
Taka egna ábyrgd
Hetta kann ljóða ógvuliga einfalt og sum ein sjálvfylgja, men tað er coaching. Coaching og serliga sum Robbins brúka coaching, ræður um at finna innaru styrkina hjá tí einstaka. Men grundleggjandi er eisini, at tann einstaki tekur ábyrgd fyri sær sjálvum, at einstaklingurin ikki gevur ytri umstøðum skuldina fyri umstøður, sum ikki eru nøktandi. Her ræður um at finna fram til hvat ikki er nøktandi, hvørjar broytingar eru neyðugar og síðani seta sær eina ætlan fyri at náa hesum máli. Styrkin hjá Robbins er, at hansara arbeiðsháttur er sera einfaldur og tekur støðið í at tú mást læra teg at hava rætta hugburðin, og at finna henda hugburðin fram, tá avrikast skal. At seta luppin á hvat ein vil, og ikki á hvat ein ikki vil, og at gera sær ein amboðskassa, at finna fram neyðuga hjálp og altíð brúka orku til at leita sær ráð frá teimum bestu soleiðis:
Work hard,
Frambruður krevur krúthart arbeiði og verulugi framburðurin kemur ikki fyrr enn farið verður so langt at tað merkist (fær ilt). Vilt tú nakað her í lívinum skalt tú eisini gjalda kostnaðin fyri stríðið.
Learn from everybody
Tað er ógvulig umráðandi at læra frá øllum, og at finna sær ráð frá teimum bestu á økinum.
Fall in love and apricate
At elska tað man tekst við, og virðismeta tað man hevur.
Handilsparturin
Tað er eingin ivi um, at Anthony Robbins eisini er vinna, og at hann vinnur nógvan pening. Undan og eftir tiltakið ber til at keypa alskins vørur í Anthony Robbins vinnuleistinum, eins og hann tilmælir fólki til at brúka coaching í sínum fyrilestrum, samstundis sum hann hevur samstarv við coaching fyritøkur í samband við fyrilestrar kring heimin. Hann ger heldur einki fyri at fjala, at hetta eisini snýr seg um vinnu, men hann ger tað hann elskar.
Heilavask?
Eftir at hava staðið og hoppað, geylað, rópt, dansað og annað ørt ímillum fremmandafólk í fimm tímar, má eg staðfesta, at tann samskiftishátturin Anthony Robbins brúkar virkar. Eg havi verið rúnarbundin í fimm tímar, og eisini funnið fram til hvørjar broytingar, nýggjar raðfestingar og ætlanir skulu liggja á mínum skrivaraborði næsta arbeiðsdagin. Robbins er ein úrmælingur og entertainari, hann dugur veruliga at fanga nógv fólk í sen
Robbins hevur at enda nakrar týdningarmiklar staðfestingar, sum hann biðjur fólk taka til sín:
Lívið gevur tær tað tú biður um. Tí er tað ógvuliga umráðandi at seta sær mál, og javnan at seta sær hægri mál, men grundleggjandi er neyðugt at finna eitt samvar millum raðfest virðir, mál og arbeiðshátt.
Tað ber ikki til í stuttari grein at taka alt fram, men hann leggur grundleggjandi stóran dent á positiva orku og at fáa óttan burtur. At taka ábyrgd fyri umstøðunum og ábyrgd fyri at skapa sær tað lív ein ynskir, og at alt skal gerast í einum positivum anda, tað er tað sum gevur orku. Nógv arbeiði gevur meira orku og ikki strongd, um nøgdsemi er við arbeiði, umstøður og hevur greitt mál og samsvar ímillum umstøður, mál og miðil. Mín egna meting er, at Robbins hevur nakrar týdningarmiklar hættir og einfaldar venjingar, sum kunnu brúkast. Millum ein hátt til at finna sínar egnu raðfestingar og arbeiðshættir fyri at fáa tað lívið ein strembar eftir. Mest av øllum at fokusera á tað,sum orkan skal nýtast til. Eisini haldi eg, at hansara grundleggjandi dentur á, at tann einstaki má viðurkenna, at lívið er størri enn tann einstaki er góður boðskapur í annars individualistiskum ráki. Dentur verður lagdur á, at vit mugu finna okkum til sættis við einhvørjum størri, um tað so er Guð, náttúran ella okkurt heilt triðja er ikki so týdningarmikið. Afturat hesum ber so til at keypa sær amboð, sum hoyra til vinnuleistin hjá Robbins og sum kann brúkast til at arbeiða víðari við, tí bert eitt kvøld á henda hátt hjálpir einki, um tann einstaki ikki sjálvur tekur um endan og setur sær mál og hvussu tey skulu røkkast, tú skalt finna tín innara risa.
Mest av øllum, er hann eitt stórt upplivilsi á einum palli, sjálvt um eg til tíðir kendi meg sum part av einari svakari, nýggjari business sekt. Afturat tí hevur hann stuðulin, tí at hann hevur hjálpt nógvum kendum sjónleikarum, ítróttarfólki og polikkarum.