Finn Rubeksen 25 ára starvsdag

Hósdagin 7. august hevði Finn Rubeksen í Havn 25 ára starvsdag hjá Ivan Johansen Bilum.

Finn byrjaði sum bilmekanikaralærlingur hjá Ivan Johansen á Láarvegnum í 1978. Síðan tá hevur hann starvast í fyritøkuni sum bilmekanikari. Hann hevur víðkað sína útbúgving og er í dag serviceteknikari við Citroën sum sergrein, hendan útbúgving verður leypandi dagførd við skeiðum hjá Citroën í Danmark. Í juni 2003 tók hann eisini motorpassaraútbúgving.
Finn er sonur Jónu og Bent Rubeksen á Hálsatjørn í Havn. Hann er giftur við Mariu, f. Petersen, úr Havn, og eiga tey tveir synir.