Finn í Puntabyrgi
Tað var tann tíð, tá vit foreldur til børn við menningartarni og øðrum brekum fegnaðust yvir, at í Føroyum var gott at búgva. Her var lógarásett, at okkara barn skuldi fáa ta hjálp, tí tørvaði. Nú verður tað tann fíggjarliga støðan í landinum, ið skal avgera hjálpina og ikki tørvurin hjá tí einstaka heiminum. Fíggjarstøðan kann verða góð, men hvat, tá hon er verri????
Tá ið vit gomlu foreldur lesa og hoyra fjølmiðlarnar í hesum døgum, so sker tað ein í hjartað at hoyra neyðarrópini frá foreldrum.
Vit lesa og hoyra at foreldur eru ótrygg, tað er tann ringasta støða nakar kann koma í, og somuleiðis at heilsustøðan er í vanda bæði hjá børnum og foreldrum.
Politikarir
Vit koma onga leið, um ymsu politikarnir nú fara at kasta eftir hvør øðrum í fjølmiðlunum. Tit eiga at taka foreldrini við upp á ráð, ja at seta tykkum niður at tosa við tey og heilsa upp á tað einstaka barnið.
Vit eru farin aftur í tíðina at avgreiða børn sum ein hópur. Heldur ikki eru tað so nógv børn, talan er um, at tit ikki eiga tíðina til tað.
Tað kann gleppa í einstøkum førum, varð sagt í Svf. Hetta kann ikki góðtakast.
Hvørt einstakt barn skal hava viðgerð, stuðul, hjálp og tryggleika 24 tímar um samdøgrið. Barnið tolir ikki skiftistíð!!
Mín áheitan og ynski er, at allir partar seta seg niður og tosa um framtíðina hjá tí einstaka barninum og heiminum.
Góði foreldur, missi ikki mótið!










