Finn, sum er ættaður av Tvøroyri, er upprunaliga skipstimburmaður. Aftaná lokna útbúgving í Danmark, stovnaði hann í sjeytiárunum egið byggivirkið innan jørð og betong, sum hann hevði í eini 10 ár. Tá hann gavst við byggivirkinum fór hann í starv í Tórshavnar Kommunu, har hann var arbeiðsformaður í 10 ár, til hann gavst har í 1999.
Í 1962 giftist Finn við Dianu, f. Jacobsen, av Selatrað. Tey eiga børnini Ann, sum býr í Runavík, Margee, sum býr í Klaksvík og Tórur, sum býr í Havn.
Diana í Puntabyrgi hevur havt sítt lívsstarv innan Felagið Javna, har hon var virkin frá 1972 til 2003, annaðhvørt sum stuðul, forkvinna, nevndarlimur og blaðstjóri á blaðnum hjá Javna.
Finn hevur øll árini verið henni ein góður stuðul, og saman hava tey gjørt eitt stórt arbeiði fyri tey menningartarnaðu í Føroyum.
Eftir at hava búð við Gróthúsvegin í Hoyvík í mong ár, keyptu Diana og Finn sær fyri nøkrum árum síðan eina íbúð í Blómubrekku í Havn.
Føðingardagurin verður hildin saman við teimum nærmastu.
-red










