Finn Ougaard stungin

Um 13.30-tíðina í dag varð varafútin, Finn Ougaard, stungin, tá hann var á veg út úr rættinum. Ougaard var saman við einum sakførara og einum dómara á skrivstovuni í rættinum, og tá sakførarin fór avstað var ein maður har, ið sakførarin vanliga umboðar.

Stutt eftir fer eisini Finn Ougaard avstað, og tá tekur maðurin ein knív fram og stingur Ougaard í lærið.

Hendingin varð sjálvandi beinanvegin fráboðað, og sjálvt um maðurin rann avstað, varð hann stutt eftir tikin av løgregluni.

Finn Ougaard varð fluttur á sjúkrahúsið við sárinum í lærinum, og tað er enn ikki greitt, hví maðurin valdi at stinga varafútan.