Finn Olsen keypt seg inn í Bakkan

- Allar einkultsengur á Hotel Bakkanum eru nú skiftar út við dupultar segur, sigur nýggi eigarin, Finn Olsen.

Finn Olsen, sum hevur arbeitt hjá Strandfaraskipum Landsins í 32 ár, hevur keypt partin hjá Martini Christensen í Hotel Bakkanum í Vági.

 

Sonur Finn, Róin Olsen, sum arbeiðir í Havn, hevur átt hotellið saman við Martini. Nú Finn Olsen keypti partin hjá Martini Christensen, eru tað faðir og sonur, sum eiga Hotel Bakkan í Vági.

 

- Eg arbeiði nú sum eitt slag av rakstrarleiðara á Hotel Bakkanum, og tað er Ingun Poulsen, ið hevur dagligu leiðsluna á hotellinum og sum serliga tekur sær av matinum, sigur 71 ára gamli eigarin.

 

Síðan Finn Olsen keypti partin hjá Martini Christensen, hevur hann skift allar einkultsengur á hotellinum út við dupultar sengur.

 

- Soleiðis hava vit í dag 10 tveymanskømur. Fýra av hesum hava brúsu, men øll kømrini hava atgongd til brúsu - at kalla beint uttan fyri hurðina.

 

Finn Olsen sigur, at tað hevur verið væl at gera í summarhálvuni, og hann er nøgdur við gongdina síðan yvirtøkuna.

 

- Jú, eg haldi, at hetta sær bara heilt gott út, og tað er við áhuga og spenningi, at vit ganga framtíðini á møti, sigur maðurin, sum er føddur og uppvaksin í Vági.