Fløguaktuelli Petur Pólson skipar nú fyri forvitnisligum tiltaki, ið er ein sonevnd Transit kapping, sum hevur samband við síðstu útgávu hansara, ið nevnist Transit.
Petur Pólson skipar fyri eini kapping, har vinningurin er at vera við í einum sjónbandalagi, umframt at vinna allar tríggjar útgávur hansara signeraðar. Eisini er ein triði
vinninur, sum ikki er kunngjørdur enn, tí hann er eitt sindur loyniligur.
Tað, tú skalt gera, er at lurta eftir "Transit" og finna hundagoyggið.
Á einum lagi á "Transit" hoyrist ein hundur goyggja. Hann mól uttanfyri Beitishúsini, meðan upptøkur vórðu gjørdar, og goyði, júst sum eitt lag endaði.
1. Finn goyggið
2. Skriva hvørjum lagi tað er í
3. Finn tíðina á lagnum, har tað hendir (pluss minus eitt sekund).
4. Send tað antin til peturpolson@gmail.com ella á veggin á listn.to/peturpolsonmusic
Tú vinnur: signerað eintøk av "Koma", "Tokyó" og "Transit". Eisini verður tú við í videolagnum "Gud var tað tú sum gjørdi fanan", sum verður tikið upp í august mánaða.
Kappingin er liðug 1. august










