Tað eru tvey lið, sum tað leingi hevur gingið hvønn sín vegin hjá, ið hittast í Gundadali. HB hevur fingið fulla úrtøku burtur úr fimm tær seinastu ferðirnar, meðan VB/Sumba bara hevur fingið eitt stig.
Sjáldan man favorittheitið hava verið so stórt, sum tað er hjá HB hesa ferð.
- Soleiðis sum gongdin hevur verið bæði hjá VB/Sumba og okkum, so eiga vit at vinna ímóti teimum. Men júst í sovornum støðum er tað týdningarmikið at taka uppgávuna í tí álvara, sum altíð skal til, og tað rokni eg avgjørt við, at okkara fara at gera, sigur Albert Ellefsen, sum tað hevur gingið sera væl hjá, síðani hann fekk ábyrgdina av HB liðnum.
Hesa seinastu vikuna hevur HB helmingurin av spælarunum verið burturstaddur í landsliðsørindum.
- Sjálvandi er tað ikki optimalt, men vit knarra ikki. Hetta hevur havt við sær, at fleiri av ungu og evnaríku monnunum á næstbesta liðnum hava tikið lut í venjingunum, sigur Albert Ellefsen.
Í Vági vilja teir ikki avskriva seg sjálvar, fyrrenn tað ikki ber til at rokna seg til pláss í Formuladeildini.
Eftir at Predrag Prsic hevur fingið leikbann í fýra dystum, hevur VB/Sumba gjørt avtalu við Finn Johannesen um, at hann skal hava ábyrgdina av liðnum undir dystunum.
Í fjør var Finn annar teirra, sum var við til at bjarga liðnum undan niðurflyting. Í dag fær hann rættuligan elddóp.
Hjá HB er Rasmus Nolsøe ivasamur, og hjá VB/Sumba er Martin Tausen leikbannaður.