Finn eymleikan fram, Olofson?

Tað er við sorg í sinni, at eg fylgi við tí stríði, ið hevur tikið seg upp millum Peter O. K. Olofson fuglafjarðar prest, nakrar fáar aðrar prestar og mótstøðumaður teirra er, Føroya Bispur

Tað er við sorg í sinni, at eg fylgi við tí stríði, ið hevur tikið seg upp millum Peter O. K. Olofson fuglafjarðar prest, nakrar fáar aðrar prestar og mótstøðumaður teirra er, Føroya Bispur, tí eg meti, at nú er tað komið so langt út, at vandi er fyri, at klovningur kemur í ta føroysku fólkakirkjuna og tað verður brak við lít og tað er stórt spell, at soleiðis skal ganga.

Tit allir ið stríðast móti bispi og kvinnuligum prestum, tit hava uttan iva gloymt at prædika evangelium við sínum stóra kærleika og fyrigeving, nei, tit liva tykkum inn í gamlar skrivaðar reglur um hvussu alt gekk fyri seg í agggomlum døgum, fordøming av hesum og hasum, kvinnur skuldi haldast burtur frá allari vitan og vísdómi og kundu ikki sleppa at tala alment, ei heldur um sín Harra og Frelsara.

Í dag er ein onnur tíð, Guð havi lov. Kvinnur lesa til prest og fáa embæti á líka fót við menn her hjá okkum, men tað eru kreftir, ið royna at forða fyri hesum og ein av hesum er Peter O. K. Olofson prestur. Hann sigst at vera mest bíbliukøni prestur í Føroyum, men eg haldi at tað nyttar lítið, tá hann bert fonglast við fordómar og forboð, eftir skriftini og gloymir evangeliið við bæði kærleika og fyrigeving.

Marjun Bæk og hennara lestur í lestrabókini, ið Peter O. K. Olofson fordømir, hevur hann sjálvandi loyvi at halda hvat hann vil um, men hann kann ikki tvinga onnur, at fordøma alla lestrabókina.

Marjun Bæk og hennara medsystrar hava lært til prest og staðið sína eksamiu og hava fingið síni kall og tey hevur so nú einaferð føroya bispur sett inn og tað er stór skomm, at nú Fuglafjarðar prestur og nakrir fáir aðrar prestar, sleppa at knúsa kirkjuna upp á so stívrendar meiningar, nei betur er bøtandi hond enn spillandi tunga. Marjun og hennara medsystrar hava valt tann góða lutin og hann mást tú ikki taka frá teimum harra Olofson. Tú sigur: At um ikki bispur gevur tær hond og hálsrætt í tíni søkn, so sigur tú teg úr starvi. Góði Petur O. K. Olofson, eg vóni tú finnur eymleikan og fyrigevingina fram, so skal tær nokk gangast væl, ella er eitt at gera, og tað er stinga í sekkin, áðrenn kirkjan í tíni sókn syndrast og tað vilt tú neyvan, ella hvat?

Vinarlig heilsan

Eyðálvur K. Nielsen

Rituvík