Soleiðis sigur Boogie O'Kayla, føroysk drag queen í Keypmannahavn. Tað er Finn Ferjá, sum er maðurin handan Boogie O'Kayla - ella Miss Boogie.
Ein drag queen er ein maður, sum klæðir seg út sum kvinna við nógvum make-up og framførir á palli við eitt nú sangi og dansi.
Ein studentaskúlaflokkur í danska høvuðsstaðnum hevur gjørt ein lítlan film um Finn Ferjá, sum greiðir frá hansara lív sum Miss Boogie.
Sjálvur lýsir hann sína drag-síðu sum eitt forleingilsi av sær sjálvum.
– Drag fyri meg er ein platformur og ein máti bjóða mær sjálvum av. Tað er eisini ein aktivistiskur partur, har eg vil bjóða fólki av at hugsa, sigur hann.
– Í drag er alt loyvt. Mann ger, sum mann hevur hug til. Tá eg geri drag, traðki eg úr í mínum gerandis-egi, og so fari eg inn í ein heim, sum hevur glitur og glimmur, og har er futtur í.
– Tá eg komi í parykkin, so føli eg, at nú eri eg Miss Boogie, og nú fari eg út at hertaka heimin, sigur Finn Ferjá.
Til ber hjá tær at síggja filmin niðan fyri her, har vit síggja Miss Boogie smyrja seg:
<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fboogieokayla%2Fvideos%2F500317840917132%2F&show_text=0&width=560" width="560" height="315" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>