Finn Danberg tilnevndur undirstjóri

Í sambandi við komandi børsskrásetingina á VMF og Københavns Fondsbørs ger Eik nú tillagingar í bygnaðinum. Endamálið er, at samtakið verður betri skipað til tess at taka við teimum avbjóðingum, sum eitt nú komandi børsskrásetingin krevur

Í sambandi við tillagingina av bygnaðinum er Finn Danberg tilnevndur undirstjóri frá frá 1. juni 2007. Soleiðis verða tveir undirstjórar í Eik Banka, Bogi Bendtsen og Finn Danberg.


Kelda: www.eik.fo