Hóast venjingarnar nú av álvara eru farnar ígongd, so eru dyrnar hjá ymsu fótbóltsfeløgunum kring landið enn ikki læstar.
Í B36 hava tey fyri stuttum ásanna, at Pól Thorsteinsson ikki verður partur av liðnum, sum nú skal verja FM-heitið, og tí hevur verið hugt at møguleikum at styrkja um verjupartin.
Og ein partur av svarinum er nú komin í rættlag. Finn Mørk var partur av ungu spælarunum, sum komu upp gjøgnum røðina hjá B36 fyri einum tíggju árum síðani, men tað hevur tó verið avmarkað, hvussu nógv hann hevur gjørt um seg í árstalsfelagnum. Hann var tó partur av hópinum, sum í 1997 vann FM-heitið, men síðani hevur tað verið avmarkað, hvussu nógv hann hevur gjørt um seg. Eitt skifti spældi hann fótbólt á Toftum, men síðani hevur tað fyri tað nógva verið hjá føroyska útisetafelagnum, ÍF Føroyum, at hann hevur gjørt um seg. Hetta meðan hann hevur nomið sær útbúgving sum jarðfrøðingur.
Lestrartíðin er nú um at vera av, og týsdagin kemur spælarin til Føroya og B36. sum skilst, so verður steðgurin her heima í øllum førum hetta kappingarárið. Hetta meðan ritgerðin í lesnaðinum verður skrivað.









