Finn á familjumøti á Sandi

Finn Johannessen er virkin í sunnudagsskúlanum í Vági og plagar eisini at vitja sunnudagsskúlar kring landið.

Í dag er seinasti dagur á árligu missiónsvikuni á Sandi, og hesar seinastu dagarnar hevur nógv fólk - bæði úr Sandoynni og aðrastaðni - verið við á møtunum, sum hava verið hildin hesar dagar.

 

Klokkan 15 í dag verður so øll familjan boðin á familjumøti. Finn Johannessen vitjar á Sandi í hesum sambandi. Hann er virkin í sunnudagsskúlanum í Vági og plagar eisini at vitja sunnudagsskúlar kring landið.

 

Á skránni í Missiónshúsinum á Sandi í dag verður bíbliusøga, sangur, kapping og seinast verður hugnaløta við drekkamunni. Seinasta møti á hesi árligu missiónsvikuni á Sandi verður í kvøld klokkan 18, og tá eru øll eisini hjartaliga vælkomin.