Finleif Mortensen sýnir 12 málningar fram

Í dag letur Finleif Mortensen framsýning upp í Glarsmiðjuni í Dr. Jacobsensgøtu. Við á framsýningini heur hann 12 náttúrukompositiónir og hetta er fyrsta framsýning hjá Finleif bara við abstraktum málningum.

 

Fernisering er klokkan trý í dag, men vegna korona sleppa bara fimm fólk inn í senn, men Finnleif Mortensen heldur, at tað skuldi ikki verið nakar trupuleiki tí í Glarsmiðjuni eru stór vindeygu út mótir vegnum so framsýnigin sæst væl hagani frá eisini. Framsýningin er opin til 26. november.