Finleif Mortensen í Smiðjuni í Lítluvík

Fríggjadagin 27. feb. kl. 16.00 letur ein málningaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík.

Tað er Finleif Mortensen, sum sýnir fram. Várlongsul, sum framsýningin kallast, hevur glaðar, fagrar litir, sum bera brá av at tað skjótt er vár.


Hóðast at tað ofta eru tey somu plássini ella tær somu bygdirnar sum ganga aftur sum myndaevni, so gevur tað skiftandi veðurlagi, ljósið og skuggaspæli, millum húsini, eina skiftandi mynd har hús og fjøll gerðast eins og litríkir skulpturar sum skifta skap saman við ljósinum.


Seinastu árini hevur Finleif sýnt fram á gallaríum í Danmark og luttikið á ART-Copenhagen og ART-Herning, sum eru tvær anerkendar kunstmessur í Danmark.


Við á framsýningini í Smiðjuni í Lítluvík eru 24 málningar.


Framsýningin letur upp fríggjardagin kl. 16.00. Opið er til týsdagin 3. mars frá kl. 10 - 19, tó sunnudagin frá kl. 14-19.