Finleif í Gallarí Riberhus

Fríggjadagin 8. apríl kl. 16 letur ein málningaframsýning upp í Gallerí Riberhus . Tað er Finleif Mortensen sum sýnir fram.

Myndaevnið er tann føroyska bygdin, havið og luftin sum við sínum støðugt skiftandi ljósi og litum gevur bygdini nýtt lív, eina skiftandi mynd har hús og fjøll gerðast eins og litríkir skulpturar sum skifta skap og lit. Seinastu árini hevur Finleif sýnt fram á gallaríum í Danmark og Íslandi, harumframt luttikið á ART-Copenhagen og ART-Herning, sum eru tvær kendar kunstmessur í Danmark.

Framsýningin í Gallarí Riberhus, sum telur 20 málningar, letur upp fríggjardagin kl. 16 - 20. Leygardagin 9. apríl er opið frá 11-17. Framsýningin hongur til 27. apríl og er opin tá ið Piddasahandil er opin.