Fingu virðisløn fyri Regatta

Áleið 150 fólk vóru savnað til setanina av mentanardøgum í kvøld. Eitt av hæddarpunktunum var, tá ársins mentanaravrik skuldi handast.

 

Í ár fekk Hósvíkar Róðrarfelag heiðurin fyri at hava samskipað Regatta í samfull 15 ár. Í grundgevingini, sum forkvinnan í trivnaðarnevndini las upp stóð millum annað, at Regatta er vorði eitt av mentanarligu hæddarpunktunum í Sundalagnum.

 

Formaðurin, og nakrir av limunum tóku í móti gávuni, sum er ein varði úr glasi og eitt heiðursbræv.

 

Hetta kvøldið varð eisini frumframsýningin av forkunnugum dronufilmi, sum varð tikin upp til Regatta í ár.

 

Filmurin sæst omanfyri.