Fingu óvæntaðir kaffigestir

Handil og Kaffi á Vaglinum fekk eisini óvæntaðar kaffigestir mánadagin.

- Bill helt at kaffi frá Brell, sum vit selja, smakkaði heilt væl, siga tey á ALV. Handilin verður rikin av fólki sum eru arbeiðstarnaði, og vørurnar verða latnar av avlaminspensionistum.

Frá vinstri síggja vit Fanny Joensen, Sunrid Højgaard, Bill Clinton, Kristina Larsen, fyristøðukvinna á Alv, og leiðararnir Charlotta á Váli og Óluvá Hermansen.