Tá ið stóra maratonrenningin var í Havn í gjár, varð Kaldbaksvegurin stongdur og sostatt mátti øll ferðsla til og frá Havnini fara eftir Oyggjarvegnum.
Tað er ikki ein vegur, sum verður nógv brúktur longur, og tað er kanska ein orsøk til, at fólk ikki hugsa seg um, hvussu tey seta bilin frá sær.
Løgreglan sigur í hvussu so er, at tey høvdu ikki sørt av trupulleikum av bilum, sum fólk høvdu sett frá sær í góðveðrunum, men sum stóðu til fortreð, langt inni á vegnum og tarnaðu ferðsluni.
Løgreglan sigur, at sostatt høvdu tey eitt ávíst arbeiði av at fáa fatur á bilførarunum, so at bilarnir kundu verða parkeraðir eftir forskriftunum.
Annars høvdu tey í løgregluni ikki stórvegis arbeiðið av sjálvari renningini, tí tey siga, at tiltakið var væl fyriskipað og tað var eisini væl lýst, hvørjir vegir fóru at vera stongdir.