Bulgarsku sjúkrasystrarnar, sum eru dømdar til deyða í Libya, fingu óvæntaða vitjan í fongslinum í gjár. Tað var franska forsetafrúan, Cecilia Sarkozy, sum kom at vitja tær fimm sjúkrasystrarnar. Hinvegin slapp hon ikki at vitja læknan, sum er dømdur í sama máli.
Tey seks eru dømd til deyða fyri at hava givið fleiri hundrað libyskum børnum HIV-smittað blóð. 56 børn eru seinni deyð, og Cecilia Sarkozy var í gjár og vitjaði foreldrini hjá nøkrum av børnunum.
Hon sigur, at hon ætlar sær eisini at fáa orð á libyska leiðaran, Moammar Gaddafi.