Norðdepil:
Nógv fólk var savnað til tiltakið hjá lítla róðrarfelagnum, sum rættuliga er farið at gera vart við seg í kappingini um føroyameistaraheitið í róðrinum hjá seksmannaførum við monnum.
Sundabáturin, sum er nýggi báturin hjá felagnum, liggur sum nú er, sjey stig fremst í kappingini um at gerast føroyameistari.
Avtalan millum partarnar um stuðul varð klár fyri eini tíð síðani, men undirskrivingin hevur bíðað, tí at róðrarfelagið vildi gera eitt sindur burtur úr hesum. Og sunnudagin upprann so dagurin, har felagið fekk sína avtalu í hús.
Seldu bátar
Norðdepils og Hvannasunds róðrarfelag átti tríggjar bátar sunnudagin, áðrenn tiltakið byrjaði. Sundabátin, sum er nýggjur. Og so fimm mannafarið Rituna og tíggjumannafarið Norðoying. Hesir báðri seinnu bátarnir vórðu seldir á uppboði sunnudagin.
Ritan fór fyri 12.000 krónur og Norðoyingur fyri 9.000 krónur. Hetta fegnast felagið sera nógv um, sigur Martin Simonsen, ein av nevndarlimunum.
Felagið hevur keypt ein nýggjan bát til komandi kappingarár. Tað verður ein nýggj Rita, sum fer at taka lut í kappróðrinum komandi ár.
Martin ivast ikki í, at góðu úrslitini hjá Sundabátinum eru við til at birta upp undir áhugan fyri kappróðrinum aftur í Norðdepli og Hvannasundi.
? Vit fingu væl burturúr, og eru vit sera takksom fyri allan stuðulin, sum vit hava fingið. Serliga frá Statoil, Norðoya Sparikassa, Norðfra og øllum fólkunum, sum so trúliga møttu upp sunnudagin og hava stuðlað okkum alt árið, sigur Martin Simonsen, sum eisini er róðursmaður á Sundabátinum.