Fingu væl av flatfiski

Meðan fyrireikingarnar til Ovastevnuna eru í fullum sving, taka summi sær meira av løttum.

Nakrir nólsoyingar høvdu til stuttleikar sett eitt flatfiskagarn suðuri fyri Reyðastíg, beint sunnan fyri Hósmøl, og teir fingu heilt fitt av flatfiski.

Nakrar stórar reyðsprøkur, sjey toskar og ein rúgva av tungu var fongurin, nógv meiri enn teir tríggir menninir fingu herberga. So fleiri nólsoyingar fáa helst tungu og reyðsprøku til døgurða í dag.

Tungurnar vóru heldur smáar, meðan reyðsprøkurnar vóru væl í holdum, fleiri av teimum. Toskarnir vóru tó ógvuliga rak, nærmast slánir.

Økið út fyri Hósmøl og Reyðastíg er sandbotnur og verður søgd at vera góð hýsuleið, men hýsu fingu teir onga.

Somu menn høvdu eisini sett eina kalvalínu, men har bar verri til, fýra brosmur og helvtin av línuni fyri skeyti.