Fríggjadagin 15. juli var umsóknarfreistin úti til trý yvirlæknastørv á Landssjúkrahúsinum. Talan var um tvey størv sum yvirlæknar í ortopædi og eitt sum yvirlækni í anæstesi.
Ymiskt er hvussu gekst at fáa umsøkjarar til starvið, upplýsir Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri.
- Vit hava fingið fleiri umsóknir til størvini sum yvirlæknar í ortopædi og fara í næstum undir setanartilgongdina. Viðvíkjandi yvirlæknastarvinum innan anæstesi, so fingu vit nakrar fyrispurningar, men onga umsókn. So tað starvið verður lýst leyst av nýggjum, sigur Johnny í Grótinum.
Johnny í Grótinum upplýsir, at tað á Landssjúkrahúsinum er nominera við, at tað skulu vera fýra yvirlæknar í ortopædi. Í løtuni eru tveir yvirlæknar innan økið, men eru báðir farnir yvir 70 ár og er óvist hvussu leingi teir halda fram.










