Freistin at søkja um loyvi at gera streym úr vindorku í Porkeri, var úti á miðdegi ídag. Umhvørvisstovan sigur, at tvey tilboð komu inn, eitt frá SEV og eitt frá niðurlendska vindmylluframleiðaranum, EWT.
Boðið frá SEV var upp á 31,55 oyru fyri kilowatttíman og boðið frá EWT var upp á 34 oyru fyri kilowatttíman. EWT hevur bjóðað saman við einum felag undir stovnin, og boðið frá teimum er treytað av, at til ber at fáa føroyskar íleggjarar at luttaka í verkætlanini, sigur Umhvørvisstovan.
Orka á Umhvørvisstovuni fer nú at viðgera bæði boðini og væntandi verður endalig avgerð tikin, áðrenn marsmánaður er farin, sigur Umhvørvisstovan.