Sildarok
Vikan, áðrenn Havsbrún í Fuglafirði gavst at taka ímóti fiski fyri jól, gjørdist tann størsta hjá nordafarbátinum, Katrin úr Søldarfirði, nakrantíð.
Sosialurin var á bryggjuni á Toftum næst seinasta dagin, teir royndu eftir sild fyri jól. Hetta var ein hósdag og teir fýra dagarnar frammanundan, hevði Katrin fingið heili 80 tons av sild. Ætlanin var at fara avstað aftur fríggjadagin, sum var tann fimti royndardagurin. Fingu teir 20 tons hendan fríggjadagin, høvdu teir heili 100 tons av sild á Skálafjørðinum í eina viku!
Og tað eydnaðist.
Fríggjadagurin royndist eins væl og hinir dagarnir í vikuni. Sostatt gjørdist hendan vikan fyri jól tann besta nakrantíð.
- Vit fingu nevniliga meira enn 100 tons av sild tilsamans hesa vikuna, sigur Joen-Jacob Johannesen, sum eigur bátin.
30 tons mánadagin
Havsbrún gavst at taka ímóti fiski, 19. desember og byrjaði aftur at taka ímóti mánadagin í hesi vikuni.
Sildin, sum Katrin fiskar, verður øll landað til ídnað. Tá er ikki neyðugt, at hon er púra fesk. Tí var Joen-Jacob aftur úti við nótini bæði fríggjadagin og leygardagin í síðstu viku.
- Vit fingu uppí bátin hesar báðar dagarnar, eini 15-16 tons hvønn dagin.
Mánadagin í hesi vikuni vóru teir aftur úti, og tá gekk so avbera væl.
- Vit fingu tvær ferðir uppí bátin hendan dagin, eini 30 tons tilsamans. Vit kastaðu fyrru ferð í lýsingini og seinnu ferð nakað eftir døgurða, sigur hann.
Týsmorgunin um 10-tíðina, tá ið Sosialurin frætti frá Joen-Jacob, vóru teir aftur við nótini. Men hendan morgunin gekst ikki so væl í hond.
- Vit høvdu nógva sild í nótini, men fingu fast í botn. Tá ið leyst var, var meginparturin sloppin útaftur. Vit eru nú á veg inn við einum sjatti av sild, eini 5 tonsum, sum eftir vóru, tá ið avtornaði.
Ætlanin var at gera ein túr aftrat seinnapartin týsdagin.
Nógv sild
Joen-Jacob sigur, at nógv sild hevur staðið har úti á Skálafjørðinum í seinastuni.
- Vit hava roynt á leiðini millum Toftabygd og Strendur, og nú so nógv sild er at fáa, verður roynt at fáa sum mest burtur úr henni, meðan fiskiskapurin enn er góður, leggur hann aftrat.
Prísurin er hesi sildini, sum næstan kemur livandi til lands, má sigast at vera vánaligur; hann er nevniliga ein króna fyri kg.
- Einar 5-6 sildir fara til hvørt kilo, sigur Joen-Jacob Johannesen at enda.
Teir gomlu plaga at siga, at tá ið sildaprísurin var bestur undir seinna kríggi, kostaði ein sild eina krónu. So høgt var hon í metum tá...
2)
Nordafarbáturin, Katrin, er søkklaðin næstan hvønn einasta royndardag. Við stýriborðssíðu hongur nótin við fleiri tonsum av sild.
Mynd: Vilmund Jacobsen