Pápi og sonur vóru seinnapartin í dag við tráðuni og tað má sigast, at væl gekst í hond.
Fyrrapartin vóru teir á gamla pilkaplássinum í Nólsoy, Húnarkletti, og veiðan var einir 250 summarseiðir.
Seinnapartin vóru teir so farnir ein túr út á ytru kistuna við endan av sunnara grótkastinum, og tá fingu teir eisini fleiri og hundrað seiðir.
Men teir fingu eisini ein tosk, sum var einar 30-40 sentimetrar og mundi viga eini 8-10 kilo.
Hvør fiskaði toskin skal vera ósagt, men pápin vildi vera við, at teir báðir máttu vera um at fáa fongin upp á land.
Teir smáir 400 seiðirnir eru allir kruvdir og ætlanin er at hanga teir upp at ræsa. Toskurin er eisini kruvdur, og skal verða til døgurða í morgin sum saltfiskur.









