Hugni
Hesir báðir ungu menninir saman við einum triðja, fingu týskvøldið fýra slíkar toskar sum tann, ið maðurin stendur við á hesi myndini.
Ikki høvdu hesir tríggir langan veg til "útróður", tí teir stóðu bara við vanligari sleingitráðu á ytru síðu á bátahylinum á Bakka á Glyvrum.
Toskarnir, teir fingu, vóru góðir ? stórir og í góðum standi.
Aftrat hesum fýra, fingu teir eisini nakrar smáfiskar, hópin av skrubbu og einar tvær longur.
Sosialurin datt framvið hetta kvøldið, og vit kundu ikki lata vera við at forvitnast ? og taka hesa hugnaligu myndina.
Ungu menninir søgdu, at teir høvdu staðið við tráðuni í einar tveir tímar.
- Nú skímir so tíðliga, so kanska skuldu vit verið komnir ein ella tveir tímar fyrr.
Agnið, teir høvdu undir sleingitráðuni, var høgguslokkur og makrelur.
Teir slongdu húk og lodd langt út um steinarnar, sum náttúrliga ganga niður frá einum slíkum grótkasti og hálaðu síðan húkin spakuliga inneftir aftur.
Meðan Sosialurin hugdi framvið, fingu teir henda eina toskin av fýra?
Teir fingu toskin, og vit fingu myndina.