Fingu tennissegg frá norðmonnum

U17 landsliðið, sum luttekur í NM í Danmark, tapti mánadagin fyrsta dystin 6-0 ímóti Noregi

Fótbóltur

 

Eftir góðu avrikini og fínu úrslitini í Aberdeen fyri stuttum hevur verið vónað og kanska eisini roknað eitt sindur við, at Føroyar fóru at standa seg væl í NM kappingini fyri U-17 landslið, sum í hesi vikuni er í Jyllandi.

Fyrsti dysturin varð spældur í gjár, og úrslitið boðaði ikki frá góðum. Noreg vann 6-0, eftir at norðmenn eftir fyrra umfarið høvdu verið á odda 2-0. Málini vórðu skorað í 23., 33., 63., 64., 67 og 74. minutti. Dysturin varð spældur á Hedensted stadion.

Føroyska liðið: Thomas J. Thomsen, Monrad H. Jacobsen, Viljormur Davidsen, liðformaður, Sørmund Kalsø, Hanus Mortensen, Karl Løkin (Eli F. Nielsen, 68.), Jógvan Rói Davidsen (Bjarti Hansen, 71.), Jóan Símun Edmundsson (Jens Mikal Jensen, 75.), Róaldur Jacobsen, Mikal Jespersen, Hallur Hansson.

Føroyar skulu týsdagin spæla ímóti Danmark á Ikast stadion. Mánadagin spældi Danmark ímóti Belgia. Úrslitið var 1-1.