Nógvar grindir eru deyðar í Føroyum í summar og í heyst, og hetta kundi bent á, at høgguslokkur, sum er føðin hjá grindahvali, er í havumhvørvinum. Tað var eisini tann tíð í áttatiárunum, tá opnir bátar og smærri deksfør lógu á firðum og sundum víða um landið og fyltu seg við høgguslokki.
Brúktir vórðu høgguslokkapilkar undir einari dorg, sum gjarna varð drigin eftir einari rullu úti í øðrum borðinum á bátinum, tá høgguslokkur hevði tikið. Tá høgguslokkurin kom úr sjónum og inn í bátin, slepti hann líka sum takinum um pilkin og datt niður í bátin ella fiskakassan.
Tey, sum minnast hesa tíðina og tóku lut í høgguslokkaveiðini, minnast eisini hvussu spennandi - og skittligt - hetta kundi vera. Hvørja ferð, høgguslokkurin setti høvdið inn um stokkin, sproytaði hann "blekk", og tað hendi meira enn so, at tú varð raktur beint í andlitið av hesi tjúkku strálu.
Tað vóru bátar, sum á slíkum túrum kundu fáa upp í nøkur túsund pund í ein dag, og skjótt var at fiska, tí høgguslokkarnir kund hanga sum taratonglar undir hvørjum pilki. Ivaleyst vóru hesi nevndu høgguslokkaár serstøk, men um eingin roynir eftir høgguslokki í dag, ber illa til at vita, um høgguslokkur er.
Magnus Heinason, sum í løtuni er á Føroya Banka og ger yvirlitstrolingar, fekk 1000 pund av høgguslokki í einum háli í dag. Tað veit ein av manningini á skipinum, Rósing Lydersen, at siga á sínari Facebook-síðu í dag. Hann heldur fyri, at nógv lív er á Føroya Banka, og hann heldur, at hetta verður ein spennandi roynd.