Fingu týska venjing

Týskir fjølmiðlar skriva í dag, at tey seinastu árini hava menn úr trygdardeildunum í Hvítarusslandi verið í Týsklandi og fingið venjing. Í minsta lagi 100 mans úr trygdardeildunum hjá Aleksandr Lukasjenko, forseta vóru á venjingarlegum hjá týsku løgregluni í árunum frá 2008 til 2001, og innanríkisráðið í Berlin hevur váttað talið.

Eitt nú vóru trygdarfólk úr Hvítarusslandi í Týsklandi í november í 2010 og fylgdu við, tá týska løgreglan brúkti vatnkanónir, stavar og táragass ímóti fólki, sum mótmæltu einum toki við kjarnorkuburturkasti.

Fjølmiðlarnir vita eisini at siga, at týskir agentar hava verið í Hvítarusslandi og lært umleið 400 løgreglumenn og onnur trygdarstarvsfólk.

Aleksandr Lukasjenko, sum ofta verður umrøddur sum tann seinasti einaræðisharrin í Evropa, hevur sitið við valdið síðani 1994, og bæði ES og USA hava ofta skuldsett hann fyri brot á mannarættindini og fyri at fara illa við sínum andstøðingum.