OL
Korea vil ikki góðtaka, at norska Gro Hammerseng slepti bóltinum - skeyt - áðrenn klokkan slóg 60:00 í hálvfinaluni millum Noreg og Korea, tá hon skoraði dramatiska sigursmálið til 29-28. Men lítið hjálpir hjá Korea at klaga.
20 minuttir aftaná dysturin var liðugur staðfesti altjóða hondbóltssambandið, IHF sigurin, og legendariska sigursmálið hjá norsku stríðskvinnuni, Gro Hammerseng verður standandi. Norsku genturnar vóru undir brúsini tá staðfestandi boðini um sigurin komu frá IHF um, at tær høvdu vunnið seg í finaluna. Korea vil tó ikki sleppa málinum. Fleiri av koreansku spælarunum sótu og bóðu aftaná dystin, og gingu tað 20 minuttir, áðrenn tær fóru til skiftisrúmið.
Men alt bendir á, at Korea má brynja seg til at spæla um bronsuheiðursmerkini. Aftaná tvær silvur og eina bronsu vónar norski almenningurin, at norsku hondbóltskvinnurnar loksins vinna OL-gull. Í finaluni spæla tær móti Russlandi.










