Fýrverk
Nýggjársaftan fingu tveir ungir menn, Kristian Olsen í Rytuvík (16) og Tummas Johannesen í Æðuvík (24), rættiligan skaða av fýrverki.
Hendingin í Rytuvík fór fram stutt fyri kl. 23 og hendingin í Æðuvík stutt fyri midnátt hetta kvøldið.
Báðir fingu teir skaða av sama slagi av fýrverki, har sonevndar tivolikúlur verða koyrdar niður í eitt rør. Eftir hvat Sosialurin hevur skilt, stóðust eisini aðrir skaðar av hesum fýrverki kring landið. Tað var eisini hetta slagið, sum tók lívið av einum dana nýggjársaftan.
Í leysari luft
Mamma Kristian Olsen, Laura, var saman við øðrum á staðnum í Rytuvík, tá ið sonurin var fyri ógvusligu hendingini, sum kundi endað við eini rættiligari vanlukku.
Fýrverkið varð nýtt eftir forskriftunum, men eftir hvat skilst, kann hetta slagið av fýrverki vera rættiliga vandamikið.
Fjúsið, sum koyrt verður niður í rørið, er meira enn hálvan metur langt, men hvørki í Rytuvík ella Æðuvík sóu ungu menninir fjúsið nakrantíð brenna. Alt eksploderaði, og tá ið hetta fýrverk er rættiliga kraftmikið, er ikki gamansleikur at vera fyri kúlunum, sum koma upp úr rørinum. Fýrverkið eigur ikki at eksplodera, fyrr enn tað er komið langt upp í luftina.
Í Rytuvík hendi tað, at ein av hesum kúlum kom upp undir øsið á Kristiani, og so mikið stór var megin, at drongurin lyftist upp frá og datt afturav. Hann slerdi økslina í lendið aftanfyri og fekk rættiliga ilt.
Kristian fekk sjey pentur í kjálkan, tríggjar í høkuna og brendi seg annars í andlitið.
- Tað fyrsta, sonurin rópti eftir hendingina, var: ?Eg síggi?!?
Laura sigur, at tey stúrdu fyri, at hann hevði mist annað eygað, tí alt eygað var bera krút, og eygnahár og eygnabrýr vórðu sviðin burtur.
Breyt hondina
Hendingin í Æðuvík var ikki minni álvarslig enn hendingin í Rytuvík.
Sum skilst, tók Tummas hondina uppfyri, tá ið fýrverkið eksploderaði. Hetta kostaði honum tríggjar brotnar fingrar og tvey brot á handliðin. Haraftrat brendi Tummas seg í nøsina og pannuna. Kristian og Tummas komu á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum um nøkulunda somu tíð, men umframt kvinnuna, sum tók ímóti teimum, var bert ein lækni á vakt. Hetta merkti, at onnur, sum komin vóru at skaðastovuna við eitt nú børnum, ið høvdu fingið smærri brunasár og annað, noyddust at bíða, til teir báðir vóru viðgjørdir.
Laura sigur, at Kristian og Tummas vóru til viðgerðar á skaðastovuni samstundis, og Kristian lá á skaðastovuni í hálvan fjórða tíma.
- Sum vit skiltu, var eingin tilkallivakt hetta nýggjárskvøld, og tískil máttu einir fimm sjúklingar, sum komnir vóru á skaðastovuna, bíða rættiliga leingi, áðrenn teir sluppu fram at við børnum sínum.
Seinni hava Kristian og Tummas eisini hitst á Heilsumiðstøðini í Runavík, har teir hava verið til eftirkanningar og reinsingar. Tað er á Heilsumiðstøðini, myndirnar, sum vit prenta saman við hesi greinini, eru tiknar.
Reyði Krossur
Laura heldur, at um ikki tilkallivakt var eina slíka nátt, so kundi eitthvørt annað verið gjørt, soleiðis at fólk fingu eina fyrstuhjálp.
- Tað eru fleiri, sum brúka samarittar hjá Reyða Krossi, tá ið ymisk tiltøk og stevnur eru. Hesir kosta einki. Tað hevði lætt um hjá teimum, sum bíðaðu, um onkur var at taka sær av teimum hesa náttina. Henda hjálp kundi verið veitt uttanfyri skaðastovuna ? um ikki á sjálvari skaðastovuni. Onkur var, sum hevði smærri brunasár, og onkur var, sum bløddi. Slíkt kundi hond verið tikin um, heldur hon.