Tá ið flogfarið úr Danmark lendi í Vágum leygarkvøldið, tóku tollararnar tveir mans til síðis og tá ið viðførið hjá teimum varð rannsakað, funnu tollararnir 300 gramm av hasji í tí.
Teir høvdu felags viðføri og tá ið løgreglan avhoydu teir, viðgingu teir seg sekan. Sosatt vórðu teir førdir fyri rættin longu sunnudagin, har teir fingu tað, tey kalla ein snardóm.
Annar maðurin varð dømdur at sita í 40 dagar og hin varð dømdur at sita í 50 dagar. Tá ið annar fekk harðari revsing enn hin var tað tí, at løgreglan gjørdi húsarannsókn heima hjá teimum, og heima hjá tí eina fann løgreglan eisini ymiskt, sum hevði samband við rúsevni.










