Fingu Ísland at skelva

Dagurin er 14. juli 2004. Sólin skínur, og úr Margarinfabrikkini í Havn hoyrist buldur og brak frá ungum tónleikarum í ferð við at gera klárt at fara við Norrønu til Íslands.

Skrivað av Eyðun Muller Thomsen, Jan Jensen og Boga Berg

1. partur

Summarfuglar, stór móttøka og nógv at síggja fram til
Klokkan hálvgum seks fór Norrøna av Havnini, og tíðliga morgunin eftir vóru vit í Seyðisfirði. Vit kundu síggja fram til tvær vikur við at sova í telti og at eta ófyrireikaðan mat (Frantsbreyð). Um kvøldið varð fyrsta konsertin á túrinum hildin saman við tveimum íslendskum bólkum. Ein av hesum bólkunum, Maus, er ein av størstu og mest vælumtóktu bólkunum í Íslandi og ger eisini um seg aðrastaðni í verðini. Umleið 500-600 fólk vóru á konsertini, ið var partur av "Lunga", ein íslendsk ungdómslistastevna. Á hesi stevnu vóru fleiri onnur tiltøk hildin m.a. listaframsýningar, konsertir við tveimum eldri konufólkum úr Amerika, ið framførdu Gosphel, meðan dramatiskur ítrottur fór fram o.m.a.

Eyðun: "Speaker var fyrsti bólkurin á palli framman fyri hesari stóru fjøld. Eg minninst, at eg kom "Backstage" at ynskja vinunum góða eydnu, men har sótu teir allir klistraðir fastir í einari lítlari sofu og eg føldi summarfuglarnar sveima runt sum púra ørt í rúminum og tá føldi eg succes fyri konsertini".

Konsertin hjá Speaker og 48 pages gekk sera væl, og var ein sera góð byrjan uppá túrin. Aftaná konsertina fingu vit bjóðað fleiri møguleikar at spæla, m.a. í Grand Rokk í Reykjavík og okkurt stað í Fraklandi o.m.a. Nógv spennandi hendi í hesi lítlu bygd. Síðsta dagin í Seyðisfirði kom umboð frá íslendska ríkissjónvarpinum at taka upp eitt videolag til sendingina Mosaik, ein sending um list.

Teltið upp, teltið niður
Síðan fóru vit til Húsavíkar, har vit spældu næstu konsertina. Konsertin varð hildin í lokala skúlanum saman við tveimum lokalum bólkum, Efnahvörf og Tony the Pony. Hesir bólkar vóru báðir vældámdir og høvdu vunnið ymsar vinningar í ymsum tónleika- kappingum. Hetta var fyrsta staðið, har vit settu teltini upp og als ikki tað síðsta. Tað vóru stravnar tíðir vit høvd u. Teltið upp, teltið niður, men tó fantastiskt. Umstøðunar til at sova í telti vóru ógvuliga blandaðar, men alt gekk út eftir, um tað regnaði, ella um sólin bakaði niður á okkara føroyska kalda kropp. Tað pissaði niður nógv av tíðini og tá flótaðu vit í okkara egnu klæðum og í okkara egnu teltum. Tað vóru syrgiligar tíðir, men heilt ótrúliga stuttligar.

Fingu meir enn sveittan fram
Næsti steðgur var í Akureyri, har triðja konsertin bleiv sett. Hetta var helst tann mest væleydnaða konsertin á túrinum. Veðrið hendan dagin var av tí allarbesta og sjálvandi eisini lagið á bólkunum. Húsið, sum staðið varð kallað, var mest kent fyri sítt ósmædna rokkpublikum, og tað hoyrdist á tónleikinum hjá teimum báðum lokalu bólkunum, Newt og GRASS, sum eisini spældu hetta kvøldið, at hetta var ikki bara bara. Hetta var sum ein av b-rokkarunum í Havn vildi kalla "THA SHIIIT!". Eftir at hesir høvdu spælt sínar tónar, tók Speaker yvir og teir settu fjøldina upp á kók, og tá 48 Pages tóku pallin, kókaði yvir. Til hvørja konsert 48 Pages og Speaker spældu, tóku teir pallin upp til 45 min. hvør. Og settu alla sína orku og sál inn í tað teir livdu av.

MakeUp, fín klæði, autografar og fangandi tónleikur
Speaker og 48 pages spældu ikki bara til sítt besta, men vístu seg saniliga eisini fram. Speaker vóru ílatnir í fínum skjúrtum hjá Boga Berg og rockaðu alt um koll og blivu elskaðir fyri teirra stuttligu "jokes" og tí góða lagnum, sum sveimaði á pallinum. 48 Pages gjørdi eisini sítt og vóru sannliga ikki smædnir. Málaðir í svørtum saman við einari tungari og flottari framførslu fingu teir fólkið at halda andanum. Og eftir konsertina vóru fleiri av fløguni "Ampaljóð" seldar, sum vit hálaðu við okkum um alt Ísland, og fleiri eintøk blivu seld. Fleiri autografar skuldu eisini skrivast, m.a. á flottar rumpur og vælumtóktar bringur.
Teir seinastu dagarnir høvdu verið fantastiskir, læruríkir og ógloymandi.

Takk Fyri "Babba/Mamma"
Og maðurin aftan fyri tað heila, Karl Anton Klein. Størsti pápin og mamman
tey ungu hava og fara at hava. Takk til hann fyri ein blandaðan túr við
nógvum læruríkum tingum.
So um tú nakrantíð undrast á, hvør størsti rokkarin í Føroyum er, so er
einki at tosa um. Karl Anton Klein. Punktum!

Stuðlar
Vit vilja sjálvandi eisini takka øllum stuðlunum fyri teirra hjálp. Uttan
hesar hevði túrurin ikki blivið til nakað. Men eitt kann sigast. Tað var væl
kent og væl brúkt.
Smyril Line - Sosialurin - Mentamálaráðið - Fitur - Margarinfabrikkin
Tórshavnar Skipasmiðja - Barnabati - Grunnur Nuuk Reykjavík Tórshavn
Storno - Restorffs - Oda Andreasen - Bacalao - Eimskip - Kongshavnar Útgerðarfelag

Framhald av túrinum hjá Speaker og 48 Pages verður aftur næsta leygardag 21.august í Sosialinum.... Don't forget, keypið Sosialin.