Fingu skipsklokkuna upp

Týsdagin fingu kavararnir í Fugloyarfirði skipsklokkuna av Jólaskipinum upp. Leiðarin fyri verkætlanin er væl nøgdur við úrslitið av kavingini

 

Nú er skipsklokkan av farmaskipinum, Sauternes, sum sakk í ódnarveðri í Fugloyarfirði í 1941, tikin upp.

Kavarar vóru niðri hjá Jólaskipinum týsmorgunin, og tá eydnaðist teimum at fáa skipsklokkuna upp. Á skipsklokkuni stendur navnið á Sauternes á.

? Hetta var tann týdningarmesti luturin at fáa upp. Nú hava vit tað endaliga prógvið um, at tað er Jólaskipið, sum vit hava funnið, sigur Heri Andreasen, leiðari fyri leitingini.

Tað eydnaðist ikki at fáa myntirnar, sum sigast at verða umborð á skipinum, upp í gjár.

Nú verður sagt frá verri veðri, og tí ivaðist Heri Andreasen fyrrapartin í gjár í, um teir sleppa niður aftur á Jólaskipi í hesi syftu.

Ætlanin var at kava allar dagarnar í vikuni, men tað krevst, at veðrið er gott. Um forsøgin heldur sær, verður ikki kavað aftur hesa vikuna, og sunnudagin fara kavararnir aftur til Danmarkar.