Fingu seks milliónir at granska fyri

Tilsamans sjey granskarar hava fingið stuðul

 

Tað komu 28 umóknir um stuðul, men bara sjey umsóknir vóru gingnar á møti og í morgun varð avdúkað, hvørjar umsóknir vórðu gingnar á møti.

Tilsamans fingu teir slakar seks milliónir krónur í stuðuli, sum verður latin burturav fænum hjá niðurlagdu sjúkrakassunum.

 

Tá ið tey hava játtað stuðul, hava tey serliga lagt dent á ph.d. verkætlanir, tí tey halda, at í longdini er nyttuvirðið av tí stórt.

Á økinum Heilsa sum sosialt fyribrigdi, fær Poula Patursson, M.Sc. í føðslu, 986.305 kr. til eina ph.d. verkætlan á Landssjúkrahúsinum um føðslutrot hjá skurðsjúklingum í Føroyum.

 

Anna Sofía Fjallheim, ph.d. lesandi á Sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetrinum, fær 569.596 kr. til eina ph.d. verkætlan um at staðfesta føðitunglyndi.

 

Á økinum Heilsa sum medisinskt fyribrigdi, fær Gunnhild Helmsdal, lækni á Landssjúkrahúsinum, 1.209.051. kr. til eina ph.d. verkætlan um útbreiðslu og ávirkan av meningitis í einum einsháttaðum samfelagi.

 

Amanda Gratton Vang, ph.d., granskari í biomedisini á Landssjúkrahúsinum og Granskarasetrinum iNOVA, fær 890.171 kr. til at granska ávirkan á immunverjuna hjá einum ávísum bólki av giktsjúklingum.

 

Og eygnalæknarnir, Thomas Rosenberg og Elin Holm, fáa 313.360 kr. til at granska grønstar í Føroyum.

 

Á økinum Hjartasjúkur, fær Magni Mohr, ph.d., lektari og granskari á Deildini fyri Náttúru- og heilsuvísindi á Fróðskaparsetrinum, 446.200 kr. til at granska heilsufremjandi árin av rørslufótbólti hjá kvinnuligum og mannligum sjúklingum, ið eru í vanda fyri at fáa diabetes 2.

 

Og á økinum Sálarfrøðilig heilsa fær Sanne Storm, ph.d. í musikkterapi, 1.499.016 mió. kr. til eina verkætlan um at geva skjóta viðgerð móti angist og tunglyndi eftir føðing í Føroyum.