Fingu roynt fleiri spælarar ímóti Finnlandi

(FM1) Hoyr landsliðsvenjaran, Sonna Larsen taka samanum 24-29 (11-10) tapið ímóti Finnlandi í Helsinki

Tað sá gott út í fyrra hálvleiki. Føroyar vóru á odda 5-0 og 7-2, og í steðginum vóru Føroyar á odda 11-10 ímóti Finnlandi í fyrra venjingardystinum í Helsinki seinnapartin í dag.

 

Í seinna hálvleiki var tað serliga stórskjúttin hjá Finnlandi, Nico Rönnberg sum var eyðsýndur, og Finnland setti seg meir og meir á dystin. Peter Krogh fekk tó hildið Føroyar inni í dystinum við nøkrum góðum málum, men tá samanum kom vann Finnland 29-24. Peter Krogh gjørdist føroyskur toppskjútti við sjey málum. 

 

Hóast Hufvudstadsbladet skrivar, at talan var um eitt finskt lið sum manglaði 10 spælarar, so heldur føroyski landsliðsvenjarin, at talan var um eitt sera sterkt mótstøðulið.

 

Sonni Larsen og Jeppe Borch fingu testað fleiri spælarar. Tó sótu Kjartan Johansen og Rógvi Dahl Christiansen yvir í dag, men teir verða helst brúktir í dystinum, ið verður í morgin klokkan 10.30 føroyska tíð.

 

Sonni heldur seg hava fingið svar uppá hvat teir ymisku spælararnir megna undir einum altjóða dysti, og tað er ein virðismikil lutur við einum slíkum venjingardysti.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við landsliðsvenjaran fyrr í dag.