Fingu ráð frá Edmundi Joensen

? Áðrenn vit fóru umborð fingu vit góð ráð frá Edmundi Joensen, sum jú hevur roynt hetta fyrr, um hvat vit skuldu siga og gera, sigur Dánjal Petur Højgaard,
? Tað var stak hugnaligt umborð. Vit komu inn til drotningini ein og ein, og blivu presentraði so hvørt sum vit komu inn. Drotningin stóð mitt á gólvinum, tók í hondina á okkum, og segði, at tað var henni ein gleði at handa okkum heiðurstekini. Síðani hongdi hon hann á, greiðir Bergur Poulsen frá.
? Eftir, at øll høvdu fing-ið krossin, savnaðust vit úti í eitt slag av einum forsali, har drotningini eisini kom. Har drukku vit so eitt glas saman, og so varð prátað um leyst og fast. Hetta er heilt víst ein æra, og tað kennist væl, at onkur setur prís uppá arbeiðið, sum man ger, siga teir báðir bergur og Dánjal Petur at enda.