Fingu Pulitzer-virðisløn fyri at avdúka Weinstein

New York Times og New Yorker hava í kvøld fingið handa Pulitzer virðislønina fyri teirra miðlan av Harvey Weinstein málinum. Tað vóru tey bæði bløðini, ið vóru fyrst vit søgunum um hvussu máttmikli filmsframleiðarin gjøgnum fleiri ártíggjund hevði framt sexchikanu og ágang móti fleiri kvinnum. Bløðini fingu handað Pulitzer virðislønina í viðurkenning fyri teirra arbeiði innan almennan áhuga. Tað skrivar NRK.


Weinstein-málið var við til at byrja #MeToo rørsluna, ið varpaði ljós á kynsligan ágang í fleiri vinnugreinum og um allan heim.


Harumframt fingu New York Times og Washington Post eina Pulitzer-virðisløn fyri teirra søgur um sambandið millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og hansara møguliga tilknýti til Russland.


Bæði bløðini hava skrivað fleiri søgur um sambandið millum russiskar embætismenn og valtoymi hjá forsetanum. Søgurnar førdu til kanningina hjá Robert Mueller, ið skal staðfesta, um Russland ávirkaði forsetavalið í 2016.