Fiskiveiðieftirlitið lýsti í gjár veiðibann á einum øki, sum byrjar einar 50 fjórðingar í landnyrðing úr Fugloynni og røkkur 125 fjórðingar norðureftir. Eystur og vestur er økið einar 50 fjórðingar.
Eftirlitið sigur, at skip, sum hava roynt har, fingu so mikið nógva norðhavssild sum hjáveiði, at hjáveiðiprosentið var oman fyri tað loyvda hámarkið. Tí verður leiðin stongd.
Veiðibannið hjá Fiskiveiðieftirlitinum er galdandi fyri øll skip, sum hava loyvi at fiska makrel í føroyskum sjógvi í ár. Skip, sum hava tillutaða kvotu av øðrum uppsjóvarfiski, eru undantikin banninum.
Veiðibannið er galdandi frá 1. august klokkan 15 til 15. august klokkan 15.