Fingu nyttu úr vøru sum oftast fer í skrell

Nú er greitt, hvør skúli vann føroyameistaraskapið í íverkseting

Í dag hevur finala í SkúlaFM verið í Løkshøll í Runavík. Hetta er ein kapping, har skúlanæmingar sleppa at royna seg um íverksetarar. Og vinnarin varð bólkurin OVIS úr Skúlanum við Løkin, ið hevði gjørt eitt ljóðpanel úr føroyskari ull. Dómsnevndin legði dent á, at OVIS megnaði at gagnnýta eina vøru, sum ov ofta verður blakað burtur aftaná nýtslu. Bólkurin hevði eisini gjørt ein góða og fullmenta prototypu, sum hugtók dómarnir, sigur íverksetarahúsið.

 

Nummar tvey gjørdist Sjóprotein úr Fuglafjarðar skúla, og nummar trý gjørdist Kropsskrubb úr Skúlanum á Giljanesi.

 

Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin, eisini høvi at royna seg í Next Level kappingini í Danmark, sum er donsk kapping fyri skúlaungdóm. Harumframt góvu Betri og Føroya Tele, vinnandi bólkinum 5.000 krónur í part. Nummar tvey og trý fingu somuleiðis ein vinning upp á ávikavist 1.500 krónur og 1.000 krónur.

 

Finalan í Skúla FM er endabresturin fyri skúlarnar, sum hava arbeitt við íverksetan hetta skúlaárið. Endamálið er at læra tey ungu at arbeiða við hugskotum til nýggjar vørur og tænastur, og at fremja hugskotini í verki. Harafturat fáa tey royndir í at stovna og reka egna fyritøku.

 

Tilsamans vóru seks bólkar við í finaluni í ár og dómsnevndin sigur, at øll uppskotini vóru góð og at arbeiðast kann viðari við fleiri av teimum. Í dómsnevndini sótu Jákup Dahl frá Betri Samtakinum, Tróndur Høgnason Dalsgarð frá Føroya Tele, Høgni Warberg frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum og Rannvá Troest, umboð fyri Vinnufarmaskipanina.