Fingu neyðhjálp aftur úr Palau

Føroyar fingu í fjør 314.000 krónur afturgoldnar, sum vóru lætnar til menningarhjálp í Palau í 2006

Hóast landið játtaði tvær milliónir krónur til menningarsamstarv i fjør, so kom øll hendan upphæddin ikki neyðstøddum kring heimin til hjálpar. Brúktar vórðu ein millión og 985 túsund krónur, men nettonýtslan var bara ein millión og 671 túsund krónur.

 

Meira um avtaluna sæst á heimasíðuni hjá løgmanni VIÐ AT TRÝSTA HER

 

 

 

Alfred Nickesen, virkandi varastjóri í Heimsbankanum í Fjareystri og Kyrrahavinum, Jóannes Eidesgaard, løgmaður og Hersey Kyota, sendiharri hjá Palau í USA, skriva undir avtaluna í New York í 2006