Fingu næstan 20% ó lønarhækking

? Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum er nøgdur við semjuna sum varð gjørd síðstu nátt um lønina hjá teimum, sum sigla við vaktar- og bjargingarskipunum. Eisini Karsten Hansen

 

Semja


Síðstu nátt var ð fyrsta stikkið lagt inn í trætuni um lønina hjá manningini á vaktarskipinum Brimli.

Tað hendi, tá ið Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálastýrið skrivaðu undir sáttmála um maskinmenninir, sum skulu sigla við Brimli.

Men sum ein eykavinning, fevnir sátmálin eisini um maskinmenninir, sum skulu sigla við Tjaldrinum.

Hetta er gjørt fyri at lønarlagið umborð á teimum báðum skipunum ikki skal vera ymiskt, tí

tað verður hildið, at tað bara hevði elvt til misnøgd.

Men hetta var eitt drúgt stikk at taka, tí nú hava samráðingar verið í næstan eitt hálvt ár. Leingi stóð sum í berginum, og viðhvørt var langt ímillum samráðingarfundirnir. Og herfyri sá tað so svart út, at Karsten Hansen vildi hava tingið at leggja uppí.

Men síðstu nátt vórðu kortini spæld so væl, at tað eydnaðist at gera sáttmála við maskinmeistararnar.

Bæði Karsten Hansen, landsstýrismaður, sum hevur staðið á odda fyri samráðingunum fyri tað almenna, og Niels Petersen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, eru nøgdir við sáttmálan.

Karsten Hansen sigur, at Fíggjarmálastýrið hevur lagt dent á at skapa tryggar karmar fyri teir, sum skulu sigla við báðum vaktarskipunum.

Fíggjarmálaráðharrin sigur eisini, at semjan leggur lunnar undir at vit framhaldandi kunnu hava gott og vælútbúgvið fólk í starvi til tær sera týdningarmiklu uppgávurnar, sum tað er at hava fiskiveiðietirlit og at røkja trygdina á sjónum.


Næstan 20% afturat

? Eftir sáttmálanum, fáa vit í summum førum eina lønarhækking uppá útvið 20% sigur Niels Petersen.

Og tað hann hann nøgdur við, hóast hann heldur, at teir hava slakað í so nógv.

? Men hetta var frægari enn at fara í eitt lemjandi aðalverkfall, heldur hann.

? Eftir gamla sáttmálanum, fingu maskinstjórarnir á Tjaldrinum 22.111 krónur um mánaðin. Eftir nýggja sáttmálanum fáa maskinstjórarnir á Tjaldrinum og á Brimli 26.200 krónur um mánaðin, ella gott 4.000 krónur meir um mánaðin. Eftir nýggja sáttmálanum fáa 1. meistararnir 24.200 krónur um mánaðin, tað er eisini ein lønarhækking uppá slakar 4.000 krónur um mánaðin. 2. meistarararnir fáa nú 21.000 krónur um mánaðin, tað er ein lønarhækking uppá einar 600 krónur um mánaðin.

Talan er um ein tvey ára sáttála, sum byrjar 1. mars í ár. Fyrsta mars komandi ár koma aftur nakrar hundrað krónir oman á lønina


Aldrin aftur í verkfall

Men eftir nýggja sáttmálanum, verða maskinmenninir á Tjaldrinum og Brimli nú tænastumenn.

Tað merkir, at hereftir kunnu teir ikki fara í verkfall.

Men tað heldur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum ikki ger so nógv.

? Vit hava hóast alt fingið eina hampiliga lønarhækking. Og tað er framvegis Maskinmeistarafelagið sum varðveitir samráðingarrættin fyri teir. So vit vóna eisini, at teir blíva verandi limir hjá okkum, sigur Niels Petersen.

Hann er eisini fullvísur í, at tað hevði ikki sloppið undan at gjørt manningina til tænastumenn, tí tað hevur ligið í luftini alla tíðina.

Men nú eru tvey stikk eftir at togast um. Tað eru sáttálarnir við Starvsmannafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið.

Í gjáramorgunin boðaði Navigatørarnir frá, at teir fóru ikki aftur til samráðingar, fyrreenn fútarætturin hevði avgjørt málið, sum Fíggjarmálastýrið hevði lagt fyri rættin. Fíggjarmálastýrið vildi hava fútarættin at ógyldað blokaduna, sum Skipara- og Navigatørfelagið hevði sett í verk ímóti Tjaldrinum.

Báðir stýrimenninir á Tjaldrinum hava forfall. Og Navigatørfelagið noktar fyri, at aðrir stýrimenn fara umborð enn teir, sum ætlandi skuldu sigla við Brimli.

Tað málið skuldi avgerast í fútarættinum eftir at blaðið fór til prentingar.