Leygardagurin var tann heilt stóri jólaborðsdagurin, og tað kundi tí ikki verið meira óheppið, at spreingingin á Hotel Hafnia hendi júst henda dagin.
Umframt egið borðhald og at skula lata mat úr húsinum til fleiri arbeiðspláss og onnur, stóð Hotel Hafnia fyri at gera mat til 350 fólk i høllini hjá Dansifrøði.
Knappliga bar ikki til at gera mat í køkinum.
Men óhappið var ikki meira enn hent, so var hópur av fólki til reiðar at hjálpa.
Nógv bjóðaðu seg fram
Fleiri av starvsfólkunum á Hafnia høvdu fingið slíkan hvøkk, at tey ikki orkaðu at arbeiða meira tann dagin, men tað komu so nógv onnur og bjóðaðu seg fram.
Allar matstovurnar í býnum hjálptu til við einum og øðrum, og onkur, sum ikki er í starvi sum kokkur nú, átók sær at steikja kjøt til ta stóru veitsluna í Gundadali.
Hinar matstovurnar hjálptu bæði við matgerð, fólki og læntu Hafnia útgerð og vørur. Syrgst varð fyri, at tey, sum gistu á Hafnia, fingu eina máltíð leygarkvøldið, og sunnumorgunin og mánamorgunin fingu tey morgunmat á eini aðrari matstovu í býnum.
Sosialurin hevur tosað við fleiri teirra, sum hjálptu til. Eingin teirra hevur hug at stíga fram, tí í teirra verð er tað ein sjálvfylgja at hjálpa har, sum á stendur.