Ungdómsleikbólkurin frá Dramaverkstaðnum hjá Hjørdis Johansen í Havn hevur júst verið á sjónleikaraferð í Svøríki.
Leikbólkurin var við á eini sjónleikarastevnu í Västerås í Svøríki, har sjónleikarbólkar úr øllum norðurlondum og teimum baltisku londunum luttóku. Henda stevnan var fyri bæði vaksin og ung.
Føroyski leikbólkurin, sum taldi tólv ung fólk, framførdi leikin ?Speedy Gonzales setur ferð á?. Hesin leikurin hevur verið sýndur á gamla Meiarínum fleiri ferðir í fjørsummar.
Á skeið um sjónleik
Leikararnir og leikstjórin Hjørdis Johansen eru sera væl nøgd við ferðina hjá teimum í Svøríki.
? Vit hava fingið nógv burturúr hesi ferðini. Vit hava verið á fleiri skeiðum og sæð nógvar sjónleikir, sum hava givið okkum nógv, sigur Hjørdis Johansen.
Stevnan varð skipað soleiðis, at fyrireikararnir høvdu skipað fyri fleiri skeiðum á stevnuni. Leikararnir kundu so fara á skeiðini og fáa lærdóm um sjónleik. Á skeiðunum vóru lærarar, sum hava professionellar royndir, tí var tað sera áhugavert hjá leikarunum at vera við á hesum skeiðum.
Skeiðini snúðu seg um ymisk evni so sum at nýta røddina á palli, at dansa og at nýta kropsmál í leikum.
Ein stórur partur av stevnuni snúði seg eisini um at hyggja eftir leikum og at kjakast um teir. Á henda hátt komu leikararnir nógv runt í sjónleikaraumhvørvinum.
Hóast bara tveir ungdómsleikbólkar vóru við á stevnuni, so høvdu fleiri av hinum bólkunum ungar limir, sum eisini spældu sjónleik saman við teimum vaksnu.
Framførdu einaferð
Leikurin var bara framførdur eina ferð, og tað var mánadagin 5. august, hóast sjónleikararnir vóru í Svøríki í sjey dagar. Orsøkin til tað var, at nógv annað var á skránni enn at spæla sjónleik.
Hesin leikurin er leysliga umsettur av Hjørdis Johansen, og tey ungu hava síðani skapt eftir egnum ynski saman við leikstjóranum.
Leikurin snýr seg um misnýtslu av narkotika og hvussu hesi ungu fólkini sjálvi royna at sleppa úr haftinum.










