Tær verða ikki troyttar av hvørki svimjing, gulli ella metum.
- Nei, sjálvandi verða vit ikki tað. Tað er bara deiligt at seta met. Helst tá tað samstundis merkir, at vit hava skjótasta liðið av øllum oyggjunum.
Men er sjálvt metið eisini tað, sum farið verður eftir, tá tit fara í hylin?
- Sjálvandi vilt tú altíð vóna, at tað eydnast. Vit royna sjálvandi at rokna okkum fram til, hvussu skjótt vit kunnu svimja tað, og venjarin roynir eisini at vísa á, hvussu nær vit eru við. Og so er tað jú bara um at gera sítt besta, tá kappingarnar eru.
Og tað at gullið so eisini varð handað av løgmanni í dag. Tað gjørdi kanska ikki løtuna verri?
- Nei, avgjørt ikki. Vit fingu eisini ein koss frá løgmanni, og hann er jú ikki ein og hvør, ljóðaðu seinastu stórsmílandi orðini hetta týskvøldið í Nautical Club í Rhodos býi.