Fingu mat frá Leif Eriki

Fyri tíð síðan skrivaði Sosialurin eina grein, um nakrar russar í Kollafirði. Yvirskriftin á greinini var »Okkara Topaz í Kollafirði«

Mistakið var, henda orðing.

Leif Erik Niclasen, gullsmiður, hevur somuleiðis givið monnunum mat, so teir ikki skulu líða neyð, so leingi teir eru í Føroyum.

Men hetta hevur bert verið seinastu tíðina, tí í summar var púra galið umborð.

Tí tað er ikki rætt, at Leif Erik Niclasen bara hevur veitt monnunum mat seinastu tíðina. Tað hevur hann gjørt alla tíðina, meðan skipið hevur ligið í Føroyum, men teir manglaðu aðrar lutir.

blaðm.