- Í fyrsta lagi skulu vit hava at vita, hvussu gamal skølturin er, og vit vilja eisini hava at vita, um nøkur brotsgerð kann liggja aftanfyri onkra hending, sigur løgreglan. Mánadagin fingu tveir danskir fiskimenn ein mannaskølt í gørnini, tá teir fiskaðu á leiðini einar 10 fjórðingar út fyri Anholt.
Skølturin á myndini, sum vit prenta saman við hesi grein, er tó ikki tann, sum hesir fiskimenninir fingu, men ein annar, sum varð fingin av fiskimonnum út fyri Uggerby í fjør.
Hildið verður, at skølturin á myndini stavar frá eini flogvanlukku í 1989.
Teir báðir donsku fiskimenninir, sum mánadagin fingu hendan ótýddliga fong, løgdu skøltin beinanvegin í eina kurv og ringdu síðan til løgregluna, sum stóð á bryggjuni fyri teimum, tá teir komu til lands.
Skølturin verður nú kannaður av Retsmedicinsk Instistut.
- Enn vita vit einki at siga um upprunan. Í fyrsta lagi skulu vit hava at vita, hvussu gamal skølturin er, og vit vilja eisini hava at vita, um nøkur brotsgerð kann liggja aftanfyri eina ella aðra hending, sigur løgreglukommiserurin í Eysturjútlandi, Mogens Brøndrum.
Tað er tíðindastovan Ritzau, sum veit um hetta at siga.