at fyri fyrstu ferð í langa tíð hækkaði partabrævavirðið á virðisbrævamarknaðinum í New York. Hetta hendi, eftir at gongdin hevði verið tann sama á marknaðunum í Evropa, og gjáramorgunin helt sama gongdin fram í Fjareystri.
Serfrøðingar siga, at hóast talan er um eina broyting tann rætta vegin, er tað alt ov tíðliga at tosa um eina vend.
Í Wall Street hækkaði virðið á teimum týdningarmestu ídnaðarpartabrøvunum tvey prosent mikudagin, men so er vert at viðmerkja, at dagin fyri fall virðið á teimum somu partabrøvunum 2,4 prosent niður á tað lægsta í fýra ár.