Fingu longda fongsling

Føroya Rættur gjørdi hósdagin av at leingja varðhaldsfongslingina hjá tveimum monnum, ið eru skuldsettir í rúsevnismálinum

Ein 27 ára gamal maður hevur fingið varðhaldsfongslingina longda í tvær vikur tó ikki í avbyrging. Hann er skuldsettur eftir lógini um euforiserandi evni, og tá kann hann bara sita avbyrgdur í átta vikur.
Ein 33 ára gamal dani hevur fingið varðhaldsfongslingina longda í fýra vikur. Tvær tær fyrstu vikurnar eru í avbyrging. Hesin er skuldsettur eftir revsilógini, tí hansara lógarbrot eru álvarsamari.
Ein annar dani, sum býr í Keypmannahavn, fekk mikudagin sína varðhaldsfongsling longda við tveimum vikum í avbyrging.

Rættarmál í gjár
Í gjár vóru tveir menn, sum eru 23 og 27 ára gamlir, í Føroya Rætti. Teir vóru ákærdir fyri brot á lógina um euforiserandi evni. Hesir menninir eru tiknir seinni, eftir at løgreglan hevur fingið upplýsingar ígjøgnum avhoyringar og kanningar í narkomálinum.
Yngri maðurin er ákærdur fyri at hava selt eitt kilo av hassji og fyri at hava 45 gramm av hassji á sær, tá hann varð handtikin.
Tann eldri er ákærdur fyri at hava selt og keypt umleið tvey kilo av hassji tilsamans ígjøgnum fleiri ár.